Tann 9. august fer Schandorff Vang til Shenzhen í Kina, har hann skal vera dómaraformaður í samband við Summar Universiaduna 2011.

 

Hetta er ein av teimum stóru uppgávunum, sum Word Archery (WA) – (FITA hevur broytt navn) – tillutar sínum dómarum eftir umsókn.

 

WA hevur útnevnt fýra dómarar til hesa kapping. Saman við Schandorff verða ein annar altjóða dómari úr Korea, ein dómara kandidatur úr Suðurafrika og ein ungdómsdómari úr Onglandi. Hesir báðir seinastu dómararnir skulu døma sína fyrstu altjóða kapping. Fyri uttan hesi koma 21 kinesiskir dómarar at vera við.

 

Summar Universiadan er fyri lesandi kring allan heim. Eitt slag av olympiskum leikum fyri tey lesandi. Har verður dystast í 24 ymiskum ítróttargreinum og verða fleiri túsund luttakarar við. Í bogaskjóting verða umleið 200 luttakarar.

 

Avbjóðingin liggur í at fáa alt samskipaðsum best og at ein partur av kappingini verður skotin eftir serskyldum reglum – “Academic Round” – tá talan er um liðskjóting. Hetta eru reglur,  sum vanliga ikki verða brúktar í altjóða kappingum.

 

Meiri kann lesast um Summar Universiadunum á   www.sz2011.org/Universiade/