Væl heim aftur komin skal takast saman um, hvussu OyL hevur hildnast fyri okkara bogaskjúttar.

4 gull, 3 silvur, 4 bronsu og fleiri met.

Soleiðis kundi man kanska sagt tað heilt stutt, men tað má greinast eitt sindur meiri.

Føroyar fingu 20 gull, 20 silvur og 15 bronsu, t.v.s. at okkara lítla ítróttargrein bogaskjóting enn einaferð gav eitt stórt íkast – 20% av øllum heiðursmerkjunum, sum Føroyar vunnu.

Við okkara 11 luttakarum og tveimum liðum, høvdu vit møguleika til í mesta lagi 24 heiðursmerkir. Vit fingu 11 ! Ikki bara tað – vit eru eisini mest vinnandi oyggjasamfelagið innan bogaskjóting:

Føroyar – 4 gull, 3 bronsu og 4 silvur – 11 heiðursmerkir

Áland – 2 gull og 2 silvur – 4 heiðursmerkir

Guernsey – 1 gull og 4 silvur – 5 heiðursmerkir

Jersey – 1 gull, 2 silvur og 1 bronsu – 4 heiðursmerkir

Isle of Man – 1 gull, 1 silvur og 1 bronsu – 3 heiðursmerkir

Gotland – 1 gull og 3 bronsu – 4 heiðursmerkir

Menorca – 1 gull – 1 heiðursmerkið

Orkney – 1 gull – 1 heiðursmerkið

Isle of Wight – 1 silvur og 1 bronsu – 2 heiðursmerkir

Hetland – 1 silvur – 1 heiðursmerkið

 
Úrslitini í recurve – FITA-umfar:

Absalon Hansen (241+284+305+328) 1158 stig – nr. 3 og bronsu

Hans Petur Højgaard (245+288+294+329) 1156 stig – nr. 4

Eggaba Andreasen (197+264+280+323) 1064 stig – nr. 14

Annika Vang (278+301+269+315) 1163 stig – nr. 3 og bronsu

Jastrid M. Jensen (198+244+252+311) 1005 stig – nr. 12

Recurveliðið við úrslitunum hjá Absalon, Hans Petur og Anniku (1158+1156+1163) 3477 stig – nr. 1 og gull.

Annika setti nýtt OyL-met á 70m við 278 stigum – gamla metið var 275 stig.

Liðið setti eisini nýtt met  ið 3477 stigum – gamla metið var 3432 stig.

 
Úrslitini í compound FITA-umfar:

Jógvan Niclasen (315+334+337+359) 1345 stig – nr. 1 og gull

Albert Dam (288+330+339+354) 1311 stig – nr. 2 og silvur

Jóannes Poulsen (305+308+322+349) 1284 stig – nr. 7

Schandorff Vang (289+322+325+346) 1281 stig – nr. 8

Sigrid Vang (309+318+330+351) 1308 stig – nr. 4

Rakul Dam (301+303+305+326) 1235 stig – nr. 8

Compoundliðið við úrslitunum hjá Jógvan, Albert og Sigrid (1345+1311+1308) 3864 stig – nr. 1 og gull.

Jógvan setti nýggj OyL-met fyri fult umfar við 1345 stigum – gamla metið var 1336 stig, eins og hann setti nýtt met á 30m við 359 stigum – gamla metið var 354 stig.

Albert tangeraði OyL-metið á 50m vð 339 stigum. Metið setti Schandorff frá 1999.

Liðið setti eisini nýtt met við 3964 stigum – gamla metið var 3907 stig.

 
Úrslitini í recurve – 720-umfar:

Absalon Hansen (287+289) 576 stig – nr. 2

Hans Petur Højgaard (276+285) 561 stig – nr. 7

Eggaba Andreasen (260+241) 501 stig – nr. 25

1/32 – Eggaba 91-76 móti Rod Loveridge, Guernsey

1/16 – Absalon móti Ioannis Axadaktylos, Rodos, 95-88

1/16 – Hans Petur móti David Whittington, IoW, 95-72

1/16 – Eggaba móti Alexandros Stelatos, Rodos, 80-99

1/8 – Absalon móti Dave Berry, IoM, 92-74

1/8 – Hans Petur móti Jim Middlemas, Orkney, 102-101

1/4 – Hans Petur móti Absalon 97-86

1/2 – Hans Petur móti Jan-Åke Andersson, Gotland, 78-76

Gullfinalan – Hans Petur móti Borja Gonalons, Menorca, 87-96 – silvur til Hans Petur.

Annika Vang (271+282) 553 stig – nr. 2

Jastrid M. Jensen (203+221) 424 stig – nr. 15

1/16 – Jastrid móti Lisa Gray, Guernsey, 62-48

1/8 – Annika móti Jastrid 93-58

1/4 – Annika móti Rebekka Gannholm, Gotland, 85-87

 
Úrslitini í compound – 720-umfar:

Jógvan Niclasen (333+336) 669 stig – nr. 1

Albert Dam (331+329) 660 stig – nr. 2

Jóannes Poulsen (325+322) 647 stig – nr. 3

Schandorff Vang (314+323) 637 stig – nr. 8

Jógvan setti nýtt OyL-met við 669 stigum.

1/16 – Albert móti Nigel Mathers, Ynys Mon, 109-18

1/16 – Jóannes móti John Bamber, Ynys Mon, 100-71

1/16 – Schandorff móti George Mella, IoW, 108-86

1/8 – Albert móti Kieran Kelly, Guernsey, 107-101

1/8 – Jóannes móti James Frankum, IoW, 97-110

1/8 – Schandorff mótil Roger Sandelin, Gotland, 100-105

1/8 – Jógvan móti Phillip Rackett, IoW, 110-91

1/4 – Albert móti Stewart Stanger, Orkney, 110-107

1/4 – Jógvan móti Roger Sandelin, Gotland, 108-108 – umskjóting 8-10

1/2 – Albert móti Mikael Appelqvist, Guernsey, 106-109

Bronsufinalan – Albert móti Billy Finnie, Hetland, 112-108 – bronsa til Albert

Sigrid Vang (324+297) 621 stig – nr. 4

Rakul Dam (280+288) 568 stig – nr. 11

1/8 – Frakul móti Ann Frankum, IoW, 92-96

1/4 – Sigrid móti Sarah Leith, Hetland, 105-99

1/2 – Sigrid móti Aalin George, IoM, 105-106

Bronsufinalan – Sigrid móti Sarah Rigby, IoM, 103-99 – bronsa til Sigrid

—–

Bogaskjótisamband Føroya vil eisini takka øllum teimum, sum hava stuðlað okkum fíggjarliga, mangar ferðir.  TAKK FYRI !