Seinasti dagurin fyri okkara skjúttar var í dag og var dystarskjóting fyri liðini á skránni.

 

Vit fingu eitt gull í recurve og eitt silvur í compound.

 

Dystirnir vóru hesir:

 

Recurve:

Føroyar sótu yvir í 1/8.

Í 1/4-finaluni skutu vit ímóti Isle of Man og vunnu 189-159.

Í 1/2-finaluni skutu vit ímóti Guernsey og vunnu 196-175.

Í gullfinaluni skutu vit ímóti Jersey og vunnu190-174.

 

Compound:

Við vóru átta lið og møttu vit fyrst Ynos Mon í 1¤-finaluni og vunnu 216-158.

Í 1/2-finaluni møttu vit Isle of Wight og vunnu 226-205. 226 stig er eisini nýtt OyL-met.

Í gullfinaluni møttu vit Guernsey. Okkara skjóting gekk, í mun til undanfarnu dyrstirnar, ikki so væl og tá fínteljingin var av, vísti tað seg, at vit høvdu tapt 210-211 og sostatt fingu vit eitt silvur heiðursmerki

 

Bogaskjótingin á hesum oyggjaleikum er nú av. Heiðursmerkja handanin verður í kvøld kl. 18.00 við skjótibreytina.