Mikudagurin hevur verið brúktur til dystar skjóting við útiloking og finalum.

 

1 silvur- og 2 bronsuheiðursmerki afturat eru komin í hús.

 

Dagurin byrjaði aftur við brennandi sól og skiftandi argandi vindi, sum til tíðir darvaði skjúttunum sera nógv. Stigini vóru tí ikki tey stóru, men sum heild var skjótingin í lagi.

 

Aftur hesaferð eydnaðist at gera dagin til eina marru fyri skjúttarnar. Hesaferð var tað ikki úrslitatænastan, men høvuðsdómarin, sum hevði fingið í høvdið egnar hugsanir um, hvussu alt skuldi koyrast – alt uttan mun til, hvat reglur og avgerðir á tekniskum fundum søgdu. Hann fekk hetta at vita fleiri ferðir, eins og hann fekk at vita, at hansara avgerð fór at seinka skjótingini í so stóran mun, at tað bleiv til ampa fyri skjúttarnar – og so varð eisini. Heldur ikki í dag var liðugt at skjóta fyrr enn kl.19.00 – 10 tímar á breytini!

 

So nú kunnu vit gera eins og seinast leikirnir vóru her í 1993 – nevnliga at kalla
oynna Isle og Wait.

 

Recurvemenn: 

Eggaba var einasti skjútti, sum skuldi skjóta fyrsta umfar í 1/32 útilokingini. Hannvann dystin.

 

Eggaba, Absalon og Hans Petur skutu síðan 1/16 og her tapti Eggaba, meðan hinir báðir fóru víðari.

 

Í 1/8 møttust tíverri Absalon og Hans Petur og ein teirra mátti lúta so ella so – Hans Petur vann dystin og fór víðari. Hann vann eisini ¼-finaluna.

 

Í ½-finaluni møtti Hans Petur einum Gotlendingi, sum annars hevði skotið heilt væl. Tó var vindurin meiri enn gott var og úrslitini vóru har eftir. Umfars úrslitini vóru hesi: 20-18, 19-24, 17-22 og tá sá svart út, og Hans Petur var 8 stig aftanfyri, áðrenn seinastu tríggjar pílarnar. Men tað, sum so ofta kann henda í slíkum veðri, hendi og Hans Petur vann seinastu pílarnar 22-12 og sostatt dystin 78-76 og var í finaluni.

 

Í finaluni møtti Hans Petur vinnaranum frá seinastu oyggjaleikunum, einum skjútta av Menorca, har úrslitini vóru 26-24, 22-26, 24-26 og 15-20, íalt 87-96. Men silvur heiðursmerkið var heima.

 

Recurve kvinnur: 

Jastrid var tann fyrsta, sum skuldi royna seg í 1/16. Hon vann dystin og møtti síðan Anniku í 1/8 og tapti sín dyst.

 

Annika sat yvir í 1/16, vann á Jastrid í 1/8, men heldur óvæntað tapti hon í ¼ ímóti einari frá Gotlandi. Vindurin darvaði og kom Annika at skjóta ein 4-ara, sum dróg nógv niður, men ikki ov nógv. Men tá hon við næsta píli bleiv fangað av vindinum og ikki rakti skivuna, sá svart út. Hon megnaði tó at skjóta seg væl inn, men tapti dystin við tveimum stigum og sostatt kom hon ikki víðari.

 

Compound menn:

Jógvan var einasti, sum sat yvir í 1/16, meðan Schandorff, Albert og Jóannes skutu og vunnu sínar dystir.

 

Í 1/8 møtti Schandorff gotlendinginum, sum vann gull. Hesin dystur byrjaði við ov stórum muni, tí Schandorff ikki fekk nýtt vindin til egnan fyrimun. Fyri fyrstu seks pílarnar var støðan 44-54, dysturin endaði 100-105, men tað var ikki nokk.

 

Jóannes tapti eisini sín dyst, meðan Albert við stríð og strev júst megnaði víðari. Sama var í ¼-finaluni, sum Albert eisini vann.

 

Jógvan skjeyt móti áður nevnda gotlendingi og endaði dysturin javnur 108-108. Umskjótingina tapti Jógvan 8-10 og kom sostatt ikki víðari.

 

Í ½-finaluni møtti Albert einum frá Guernsey, sum allan dystin hevði munin. Umførini vóru 27-28, 26-29, 26-25 og 27-27, íalt 106-109.

 

Bronsufinalan var síðan millum Albert og Billy Finnie úr Hetlandi, umførini vóru 27-28, 29-27, 29-24 og 27-28, íalt 112-107 – og bronsu heiðursmerkið var heima.

 

Compound kvinnur:

Sigrid sat yvir í 1/8, meðan Rakul var í dysti. Rakul tapti dystin og kom sostatt ikki víðari.

 

Í ¼-finaluni møtti Sigrid, sum ikki einaferð, Sarah Leith út Hetlandi. Tær plaga at skjóta javnar dystir, men hesaferð hevði Sigrid takið á henni og vann 105-99.

 

Í ½-finaluni møtti Sigrid stjørnuskotinum av Isle of Man. Hesin dystur bleiv sera spennandi, tí tá tríggir pílar vóru eftir, var Sigrid 3 stig aftanfyri, men tapti við einum stigi. Umførini vóru 28-28, 26-25, 23-27 og 28-26, íalt 105-106.

 

Í bronsufinaluni møtti Sigrid vinnaranum frá seinastu leikunum Sara Riggby av Isle of Man. Vindurin darvaði so mikið illa, at takast mátti niður aftur fleiri ferðir. Umførini vóru hesi 24-25, 26-21, 26-27 og 27-26, íalt 103-99 og eitt bronsu heiðursmerki til Sigrid.