Dagurin byrjaði sum vanligt við upphiting kl. 09.00, eitt sindur kaldari veður og fitt av vindi. Vindurin tarnaði skjúttunum nakað, men tað gekk sum heild væl hjá okkara skjúttum.

 

Í næstseinasta umfari steðgaði høvuðsdómarin kappingini orsaka av toruveðri, tí vandi kundi verða fyri, at toran slóg niður. Bogarnir eru av metalli, so tað hevði ikki verið stuttligt at fingið vitjan, meðan man stóð á skjótilinjuni.

Sermerkt við degnum var, at compound menn áttu trý tey fyrstu plássini.

 

Sigrid var óheppin í seinnu helvt, tá pílarnir ikki vildu fara har hon sitkaði. Stutt eftir brotnaði hillablaðið, sum pílurin liggur á. Hetta fingu vit skift og hon fekk gjøgnumført sína skjóting. Sindur keðiligt, tí Sigrid var annars á odda, tá óhappið hendi. Men hon megnaði tó at blíva nr. 4.

 

Aftur í dag blivu fleiri met sett.

 

Innleiðandi úrslit:

 

Compound menn: 

Jógvan Niclasen, nr. 1 – 669 stig og nýtt OyL

Albert Dam, nr. 2 – 660 stig

Jóannes Poulsen, nr. 3 – 647 stig

Schandorff Vang, nr. 8 – 638 stig

 

Compound kvinnur: 

Sigrid Vang, nr. 4 – 621 stig

Rakul Dam, nr. 11 – 568 stig

 

Recurve menn: 

Absalon Hansen, nr. 2 – 576 stig og nýtt OyL-met

Hans Petur Højgaard, nr. 7 – 561 stig

Eggaba Andreasen, nr. 25 – 501 stig

 

Recurve kvinnur:

Annika Vang, nr. 2 – 553 stig

Jastrid M. Jensen, nr. 15 – 424 stig