Fyrsti kappingardagur er av og tað gekk ikki so heilt galið.

 

Í brennandi sól, 24 hitastigum og skiftandi vindi byrjaði dagurin kl. 09.00 við upphiting. Kappingin endaði ikki fyr enn kl. 18.00.

 

Úrslitini hjá okkara skjúttum vóru hesi:

 

Compound menn:

Jógvan Niclasen, gull, 1345 stig

Albert Dam, silvur, 1311 stig

Jóannes Poulsen, nr. 7, 1284 stig

Schandorff Vang, nr. 8, 1282 stig

 

Har vóru bert fá stig upp til nr. 3, sum hevði 1293.

Jógvan skjeyt eisini met fyri fult umfar og á 30m, har hann megnaði 359 stig av 360 møguligum – hetta er eitt sera gott úrslit, sum uttan iva kemur at standa í langa tíð.

 

Compound kvinnur: 

Sigrid Vang, nr. 4, 1308 stig

Rakul Dam, nr. 8, 1235 stig

 

Sigrid setti føroyskt met á 30m við 351 stigum.

Sigast kann, at tær tríggjar, sum vóru frammanfyri Sigrid, vóru allar í serflokki. Onkur teirra er á enska ungdómslandsliðnum.

 

Recurve menn:

Absalon Hansen, bronsu, 1158 stig

Hans Petur Højgaard, nr. 4, 1156 stig

Eggaba Andreasen, nr. 14,  1064 stig

 

Har var alla tíðina javnt og skiftandi, hvørjir vóru fremri á plássunum frá nr. 2 til 5.

 

Recurve kvinnur:

Annika Vang, bronsu, 1168 stig

Jastrid M. Jensen, nr. 12, 1005 stig

 

Annika skjeyt nýtt OyL-met á 70m við 278 stigum.

 

Samanum tikið kann sigast, at longru frástøðurnar vóru sera missjavnar hjá flestu av okkara skjúttum, men men betri gekk á styttru frásøðunum.

 

Vit hava ikki fingið endaliga úrslitalistan og kunnu tí ikki við fullari vissu siga heilt nágreiniligu úrslitni fyri lið, men tað kemur í morgin.

 

Úrslitatænastan aftur hesaferð var ikki tann besta, tað tók best nærum 1½ tíma at fáa fyrstu einstaklinga úrslitini endaliga.