Sunnudagur er vanliga venjingardagur og byrjað varð kl. 10.00 í allar fagrasta veðrið – brennandi sól við nógvum hita og eitt sindur av síðuvindi.

 

Allar frástøður blivu royndar og eitt sindur yvir kl. 15.00 steðgaðu vit.

 

Síðan var tekniskur fundur fyri liðleiðarar.

 

Samanum tikið gekk væl hjá skjúttunum. So var bert at fara heim á hotellið til ein døgurðabita, fund og hvíld, áðrenn fyrsta kappingardagin.