Fríggjadagurin bleiv allur brúktur í Ryde, har setanin skuldi var.

 

Eftir stuttan fund saman við ÍSF forsetan varð farið til Ryde, fyrst at finna parkeringspláss til bilar okkara í góðari tíð. Síðan var bert at nýta veðrið og ganga runt og hyggja eftir, hvat hesin býur hevði at bjóða.

 

Kl. 16.00 møttu vit á savningarstaðnum saman við teimum føroyingum, sum vóru komnir, og teimum íðkandi frá øllum hinum oyggjunum. Heilsað varð uppá vinir frá øðrum oyggjum – og so var bara at bíða til vit sluppu í gongd.

 

Dagurin við “innmarch” var annarleiðis enn undanfarin ár. Her var skipað fyri karnivaldegi samstundis, har allir skúlar høvdu gjørt eykennis búnar av øllum alskyns slag. Hetta var sera vakurt at síggja, men tað gekk íseinna lagi, so vit stóðu í veruleikanum og bíðaðutil kl. 18.15, tá vit sluppu upp í skrúgonguna, sum fór spakuliga ein langan túr runt í býnum.

 

Hetta var kanska eitt sindur ov nógv fyri onkur bein, sum høvdu hug at stívna, men sera áhugavert, at tað savnaði so nógv fólk allan vegin framvið, har vit gingu. Sum vanligt var høvdu vit fingið nógv føroysk pappírsfløgg, sum givin blivu til børnini, sum stóðu framvið og hugdu.

 

Savningarstaðið fyri setanina var á havnarlagnum – ongi sitipláss, men bert nakrar skúmplátur at sita á. Talurnar blivu hildnar, vatnið frá ymisku tjóðunum latið í savningarpott og so skuldi undirhald verða. Men tað var blivið kølið, tað var komið til kl. 20.30, tá mett varð, at alt skuldi verið liðugt, so vit valdu at
fara avstað, áðrenn alt var at enda komið.