Fyrstu 10 komin væl uppá pláss á Hotel Royl Pier í Sandown á Isle of Wight.

 

Ætlanin er her at geva eina stutta frágreiðing um, hvussu dagarnir hjá okkum roynast, meðan vit eru á oyggjaleikaferð.

 

Flogfar okkara fór úr Vágum kl. 09.00 í gjár, alt gekk væl og vit høvdu ein fínan túr. Komin til London Stansted gekk eisini væl at fáa fatur á viðføri og at finna diskin, har vit skuldu avgreiða okkara leigubilar.

 

Alt var bókað á alnótini frammanundan, men – so byrjaðu nakrir trupulleikar, sum tóku okkum 1½ tíma at avgreiða. Trupulleikn var, at hvør bilur sær SKULDI gjaldast við gjaldskorti. Vit vóru væl vitandi, at eitt VISA-kort bert loyvir upp til kr. 20.000,- hvønn dag, og tað vistu vit, at báðir bilar ikki kostaðu. Men, tað sum ikki stóð á heimasíðuni var, at dupulta upphæddin skuldi góðkennast av kortinum sum depositum – og so var galið. Tað bar ikki til at avgreiða tað við fleiri kortum pr. bil, heldur ikki bar til at gjalda kontant fyri tað, sum manglaði í – og talan var veruliga bert um eini 150 pund íalt.

 

Eitt langt og annað breitt og vit bóðu um at sleppa at tosa við stjóran, og kundi hann ikki loysa knútin, so stóðu vit har – uttan bilar og uttan møguleika at koma til Portsmouth, har vit høvdu bílegging til ferjuna kl. 17.00. Men til alla lukku bar tað til at fáa stjóran at skilja støðu okkara og á ein ella annan hátt vildi hann “sníta systemið”, so tað bar til. Og so gekk sum smurt.

 

Skjótt vóru vit komin út á motorvegin í tveimum minibussum við GPS-arunum tendraðum. Her eru veruliga nógvir vegir uttanfyri London, sum krossast og snarast allar vegir og skjótt er at koyra skeivt, hóast GPS-ara – og koyring í vinstru síðu. Væl gekk og fyrsti bilur kom fram til Portsmouth. Vit vóru ávarði um, at tað kundi vera eitt sindur hektiskt í ferðsluni har. Men kundi tað verða verri enn motorvegirnir, har vit høvdu koyrt í einari langari rekkju í 2½ tíma?

 

Ikki so galið, men hóast rætt skriva í GPS-aran, so gekk ikki heilt gott og vit koyrdi galið – og har skal snarast allar møguligar vegir, syri at finna rætta vegin. Tað gekk – men hvar var nú hin bilurin, tí vit høvdu ferjubílegging. So komu tey – 5 minuttir áðrenn tíð, men tá vit høvdu fingið ferðaseðlarnar, var ov seint og vit bíðaðu ½ tíma til næstu ferju. Tað vísti seg, at løðongin til GPS-aran ikki riggaði í tí bilinum og nakað áðrenn Portsmouth var eingin streymur eftir. Men lukku tíð hevði Eggaba prentað eina koryivegleiðing út.

 

Hvat annars hendi av smáum óvæntaðum tingum hendan koyritúrin fara vit ikki at nevna her.

 

45 minuttir sigling og vit komu til Isle of Wight, og so eftir smølum vegum til hotellið, har vit kl 18.30 møttu blíðu vertum okkara, sum vóru hjálpsom at fáa okkum á kømrini og so beint til døgurðaborðið, tí vit høvdu bert hálvan tíma, áðrenn køkurin stongdi. Fyrsta inntrykkið av, hvussu døgurðarnir fara at vera næstu vikuna var ikki heilt av leið.

 

Aftaná var hvíld og ein túrur í nærumhvødvinum at finna onkran handil, so man hevði tað mest neyðturviliga á kamarinum, so sum vatn, frukt o.a..

 

Hotel okkara – Royal Pier – er ein eldri bygningur, sum hevur verið brúktur til hotel í nógv ár, eisini sigst, at tey kongaligu her hava búð á hotellinum. Sum gamal bygningur og í enskum stíli, so er alt “við tað gamla”. Teppi á hvørjum gólvi, stóru ófantaligu stikkontaktirnar, “træk og slip” tendring av ljósi í baðirúminum, pumpa 5-6 ferðir fyri at kumman skal skola niður og so var eingin brúsa, bert baðikar o.s.fr.. Men vit liggja beint út til sjógv og strond, og í aðrar mátar búgva vit væl.