Fyrstu skjúttarnir fara til Isle of Wight hósdagin 23. Juni og teir seinastu fara leygaradagin 25. Juni.

 

Hópurin umfatar 11 skjúttar og 1 hjálpara – 6 í compound og 5 í recurve.

 

Í compound luttaka Jógvan Niclasen og Rakul Dam úr Tambar, Jóannes Poulsen, Albert Dam, Schandorff Vang og Sigrid Vang úr Ørvi.

 

Í recurve luttaka Absalon Hansen og Jastrid M. Jensen úr Tambar, Annika Vang og Hans Petur Højgaard úr Ørvi, og Eggaba Andreasen úr VágaSkoti.

 

Hjálpari Anja Johansen.

 

Skráin:

Sunnudag 26. Juni – venjingardagur.

Mánadag 27. Juni – full FITA – byrja kl. 10.00

Týsdag 28. Juni – 2x70m innleiðandi skjóting – byrja kl. 10.00

Mikudag 29. Juni – útiloking/finaludagur fyri einstaklingar – byrja kl. 10.00

Hósdag 30. Juni – útiloking/finaludagur fyri lið – byrja kl. 10.00

 

Dagarnir har møguleiki er at vinna heiðursmerkir eru mánadag, mikudag og hósdag.

 

Øll heiðursmerkir verða handaði hósdagin.