225594_228241623856763_100000127821860_1088828_29657_nUm vikuskiftið hava vit havt vitjan av tveimum útlendskum venjarum, sum hava gingið til handa við hjálp til skjúttarnar, sum skulu luttaka á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar. Tiltakið var sera væl eydnað.

 

Gøran Bjerendal úr Svøríki, sum hevur íðkað bogaskjóting á altjóða støði í meiri enn 40 ár og hevur sera stóra vitan um útgerð, hann hjálpti okkara recurve skjúttum. Hann hevði nágreiniliga gjøgnumgongd at allari útgerðini, bæði tekniskt og praktiskt, eins og hann vegleiddi um skjótistíl. Alt var væl grundað og var til stóra hjálp.

 

Morten Bøe úr Noregi, er ein av heimsins bestu compound skjúttum. Hann hjálpti somuleiðis okkara skjúttum við útgerðini, eins og góð gjøgnumgongd var av skjótistíli og –teknikki.

 

Samanum tikið hava teir tríggir dagarnir verið sera gevandi, og hevur tað motiverað okkara skjúttar enn meiri til Oyggjaleikirnar. Nú mugu vit bert vóna, at tað fer at bera gott við sær, tá skjótast skal á Isle of Wight – og tíðina frameftir.

 

Myndarøð verður eisini løgd á síðuna.