Eftir seinastu úttøkukappingina Skýrisdag eru recurve- og compoundliðini mannaði.

 

Skotnar hava verið tríggjar kappingar, har tvey tey bestu úrslitini eru galdandi. Eisini skuldi skjúttarnir klára eitt ávíst krav minst einaferð fyri fult umfar:

Recurve kvinnur skuldu klára 980 stig

Recurve menn skuldu klára 1075 stig

Compound kvinnur skuldu klára 1200 stig

Compound menn skuldu klára 1260 stig

 

Hesi manna liðini:

 

Recurve:

Absalon Hansen, Tambar (1144+1146) 2290 stig

Hans Petur Højgaard, Ørvur (1087+1133) 2220 stig

Jógavn Magnus “Eggaba” Andreasen, VágaSkot (1098+1054) 2152 stig

Annika Vang, Ørvur (1169+1198) 2367 stig

Jastrid M. Jensen, Tambar (1054+1030) 2084 stig

 

Compound:

Jógvan Niclasen, Tambar (1318+1340) 2658 stig

Albert Dam, Ørvur (1322+1321) 2643 stig

Jóannes Poulsen, Ørvur (1312+1307) 2619 stig

Schandorff Vang, Ørvur (1277+1326) 2603 stig

Sigrid Vang, Ørvur (1300+1278) 2578 stig

Rakul Dam, Tambar (1229+1268) 2497 stig