… verður á Tórsvølli Skýrisdag. Byrjað verður kl. 13.00.

 

Hetta er seinasta kapping í úttøkuni til OyL 2011. Higartil eru tað 12, sum hava megnað at skjóta omanfyri kravið, men av teimum sleppa bert 11 við. Eitt pláss stendur opið enn.

 

Hesi hava megnað kravið higartil:

 

Compound:

Albert Dam

Jógvan Niclasen

Jóannes Poulsen

Sigrid Vang

Rakul Dam

Nikkel Petersen

Schandorff Vang

 

Recurve:

Absalon Hansen

Eggaba Andreasen

Hans Petur Højgaard

Annika Vang

Jastrid M. Jensen

 

Tað sleppa 4 menn og 2 kvinnur við í hvørjum bólki. T.v.s. at í compound sleppur bert ein av teimum tveimum síðst nevndu, ella onkur annar, sum kann skjóta seg til betur úrslit Skýrisdag. Í recurve er pláss fyri einum manni afturat, og megnar nakar at koma upp um kravið, so er hann við. Verða teir fleiri afturat, som koma upp um, so verða tað teir bestu 4, sum sleppa við.