Gran_Bjerendal_2BSKF hevur gjørt avtalu við tveir venjarar um at koma til Føroya í mei mánað, tá OyL-liðini eru úttikin. Teir verða í Føroyum frá 12. til 16 mei.

 

Teir eita Morten Bøe úr Noregi og Gøran Bjerendal úr Svøríki.

 

Morten Bøe hevur verið her fyrr, og hava vit gjørt avtalu við hann um, at hann skal koma til Føroya við jøvnum millumbilum, eins og hann kann hjálpa okkum við venjingini umvegis alnótina.

 

Gøran Bjerendal, 59 ár, er recurve skjútti og hevur skotið á hægsta altjóða støði í eitt manna minni. Hann er uttan iva tann maðurin í Svøríki, sum veit mest um og at stilla útgerð. Eisini er hevur hann verið heimsmeistari á feltliðnum hjá Svøríki.

 

Teir báðir gleða seg til uppgávuna – tað gera vit eisini.

 

Vit hava annars havt gott samstarv við Alistair Whittingham úr Skotlandi. Hann hevur verið í Føroyum nakrar ferðir. Vit hava endað samstarvið við Alistair og takka honum fyri tað, sum hann hevur hjálpt okkum við. Vit fara framhaldandi eisini at hava samband við Alistair.