Fyrsta úttøkukappingin til OyL 2011 bleiv skotin á Tórsvølli 2. APR. Við vóru 19 skjúttar. Veðrið var gott, men fitt av vindi, meðan longru frástøðurnar blivu skotnar. Hetta darvaði og blivu úrslitini eisini har eftir.

 

6 skjúttar megnaðu at skjóta omanfyri kravið, sum er ásett.

 

Í bólkinum compound megnaðu hesi kravið: Jóannes Poulsen, Jógvan Niclasen og Sigrid Vang.

 

Í Bólkinum recurve megnaðu hesi kravið: Absalon Hansen, Eggaba Andreasen og Annika Vang. Annika setti eisini tvey nýggj føroysk met – á 70m og 60m.

 

Compound menn:

Jóannes Poulsen, Ørvur (303+316+316+348) 1283 stig

Jógvan Niclasen, Tambar (309+303+330+338) 1280 stig

Hans Asbjørn Eysturdal, Ø (275+302+320+346) 1243 stig

Schandorff Vang, Ø (304+304+298+335) 1241 stig

Per Holm Andersen, Ø (283+297+305+339) 1224 stig

Kaj Johannesen, Ø (261+307+317+327) 1212 stig

Beinir Danielsen, Ø (261+278+276+340) 1155 stig P

 

Compound kvinnur:

Sigrid Vang, Ø (308+316+299+331) 1254 stig

Rakul Dam, T (276+286+274+323) 1159 stig

Anja Johansen, T (243+269+273+297) 1082 stig P

 

Recurve menn:

Absalon Hansen, T (240+286+275+328) 1129 stig

Eggaba Andreasen, VágaSkot (240+265+279+314) 1098 stig

Hans Petur Højgaard, Ø (232+247+210+295) 984 stig

Bogi Højgaard, Ø (174+224+245+299) 942 stig P

Tórfinn Hansen, V (168+210+225+299) 902 stig

Jim S. Guttesen, V (95+146+165+233) 639 stig

Heini Bergsson, T (53+89+43+124) 309 stig P

 

Recurve kvinnur:

Annika Vang, Ø (284F+294F+253+325) 1156 stig

Jastrid M. Jensen, T (195+210+192+306) 903 stig