Bogaskjótifelagið Ørvur skipaði í dag 20. MAR 2011 fyri FM-kappingum á 15 metrum fyri børn. Skotið varð í trimum bólkum – compound, recurve dreingir og recurve gentur.

 

Eitt føroysk met og 8 persónlig met í innleiðandi skjótingini, og 2 føroysk met fyri 12 píla dyst. Úrslitini vóru hesi:

 

Compound

Hetta er ein lítil bólkur, men eru hesar báðar genturnar í VágaSkot sera knáar. Innleiðandi skutu tær

 

Sascha Due Niclasen (275+278) 553 stig F

Laila Christiansen (264+265) 529 stig P

 

Gullfinalan:  108-108 og var neyðugt við umskjóting, sum Sascha vann 10-9. 108 er samstundis føroyskt met fyri 12 píla dyst hjá gentum í compound.

 

Recurve gentur

Hetta er fyrstu ferð vit hava FM-kapping bert fyri gentur í recurve. Tær vóru 4 í bólkinum. Innleiðandi skutu tær

 

Jóhanna Lützen, Tambar (233-214) 447 stig P

Rebekka Rasmussen, Ørvur (190+194) 384 stig P

Ása E. Nielsen, VágaSkot (184+189) 373 stig P

Miriam Haraldsen, VágaSkot (132+117) 249 stig

 

1/2-finalur: Jóhanna-Miriam 85-67 og Ása-Rebekka 71-66.

Bronsufinalan: Miriam-Rebekka 70-60.

Gullfinalan: Jóhanna-Ása 79-62.

 

Recurve dreingir

Her vóru 9 luttakarar, men ein mátti gevast. Innleiðandi úrslitini vóru

 

Hans Johannessen, Ørvur (257+257) 514 stig

Heini Bergsson, Tambar (250+251) 501 stig

Marnar Magnussen, VágaSkot (248+248) 496 stig

Elias Magnusen, T (229+244) 473 stig P

Martin Breiðaskarð, Ø (213+210) 423 stig P

Rói Ehlers, V (196+169) 365 stig

Torkil Hansen, Ø (184+109) 293 stig P

Tróndur Johansen, V (138+148) 286 stig P

 

1/4-finalur: Hans-Tróndur 87-45, Martin B.-Elias 88-102, Marnar-Rói 103-74 og Torkil-Heini 28-103.

1/2-finalur: Hans-Elias 84-96 og Marnar-Heini 110-102.

Bronsufinalan: Heini-Hans 106-99.

Gullfinalan: Marnar-Elias 107-101.