Seinastu árini er valdur ársins skjútti hjá vaksnum og hjá børnum.

 

Oddmar Nielsen, Ørvur, er ársins skjútti hjá teimum vaksnu.

 

Sascha Due Niclasen, VágaSkot, er ársins skjútti hjá børnunum.

 

Hugt verður eftir heildini við uppmøting, venjing, betran av skjótingini, úrslit til kappingar o.s.fr..

 

Hjá teimum vaksnu vóru fleiri boð – Eggaba Andreasen, Annika Vang, Jastrid M. Jensen og Oddmar Nielsen. Saman um tikið bleiv Oddmar valdur til ársins skjútta 2011.

 

Hja børnunum vóru eisini fleiri boð – Hans Johannessen, Heini Bergsson, Elias Magnussen, Jóhanna Lützen og Sascha Due Niclasen. Saman um tikið bleiv Sascha vald til ársins skjútta 2011.

 

Tey fingu bæði handað lítsla standmynd av einum bogaskjútta.