Tríggjar úttøkukappingar skulu skjótast í apríl mánað fyri at finna fram til, hvør skal manna liðini, sum skulu til OyL á Isle of Wight í summar. Tíðin er stutt, tí seinasta freist at boða frá, hvørjir skjúttarnir eru, er 25. apríl.

 

Kappingarnar verða skotnar á Tórsvølli – alt eftir, hvussu veðrið er – hesi vikuskiftini:

 

Fyrsta kapping vikuskiftið 2.-3. apríl.

Onnur kapping vikuskiftið 16.-17. apríl.

Triðja kapping 25. apríl.

 

Allar kappingar byrja við upphiting kl. 09.30 og kappingin byrjar kl. 10.00.

 

Allar kapingarnar umfata fult FITA-umfar, t.v.s. menn skjóta 90, 70, 50 og 30m og kvinnur skjóta 70, 60, 50 og 30m. 36 pílar á hvørjari frástøðu – 144 pílar íalt. Tvey tey bestu umførini verða grundarlag fyri úttøkuni. 4 teir bestu menninir og 2 tær bestu kvinnurnar í recurve og compound sleppa við.

 

Krøvini til skjúttarnar eru, at teir minst einaferð í hesum trimum kappingum, skulu megna hesi stig:

 

Compound menn:   1260 stig.

Compound kvinnur:   1200 stig.

Recurve menn:   1075 stig.

Recurve kvinnur:   980 stig.