Bogaskjótifelagið Tambar skipaði í dag fyri kapping í Havn, har eisini gestir úr Íslandi og Noregi luttóka. Tað mest forkunnuga var, at altjóða compound skjúttin Morten Bøe var ein av luttakarunum.IMG_2668-1

 

Morte Bøe vitjaði skjúttarnar, tá teir vandu fríggjadagin, eins og hann hevði ein fyrilestur um mentala venjing, har hann m.a. tosaði um sínar persónligu royndir í altjóða skjóting.

 

Sum væntað var tað Morten Bøe, sum vann innleiðandi skjótingina, hetta gjørdi hann við sínum ársins besta innandura úrsliti – 595 stig av 600 møguligum.

 

Kappingin varð skipað í bólkarnar compound og recurve, har menn og kvinnur skutu í hvør sínum bólki. 8 recurve menn, 3 recurve kvinnur, 8 compound menn og 2 compound kvinnur luttóku. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:

 

Recurve menn:

Eggaba Andreasen, VágaSkot (268+279) 547 stig P

Absalon Hansen, Tambar (270+272) 542 stig

Guðmundur Smári Gunnarsson, Ísland (254+263) 517 stig

Tórfinn Hansen, VágaSKot (250+250) 500 stig

Jim S. Guttesen, VágaSkot (242+232) 474 stig

Rúni Hansen, Ørvur (213+231) 444 stig

Ingi B. Guðmundson, Ísland (210+232) 444 stig

Heini Bergsson, Tambar (178+208) 386 stig P

 

Bronsufinalan: Guðmundur og Jim. S 108-100

Gullfinalan: Absalon-Eggaba 109-106

 

Revurve kvinnur:

Annika Vang, Ørvur (271+280) 551 stig

Jastrid M. Jensen, Tambar (253+265) 518 stig

Ester Finnsdóttir, Ísland (197+175) 372 stig

 

Bronsa: Bert tríggir luttakarar har Ester tapti sína hálvfinalu og sostatt fekk bronsu.

Gullfinalan: Annika-Jastrid 113-101.

 

Compound menn:

Morten Bøe, Noreg (298+297) 595 stig

Kristmann Einarsson, Ísland (282+287) 569 stig

Jógvan Niclasen, Tambar (282+286) 568 stig

Kaj Johannsen, Ørvur (285+282) 567 stig

Nikkel Petersen, Ørvur (284+276) 560 stig

Per H. Andersen, Ørvur (278+277) 555 stig

Hans A. Eysturdal, Ørvur (257+269) 526 stig

Jón Eiriksson, Ísland (230+227) 457 stig

 

Bronsufinalan: Nikkel-Jógvan 115-114

Gullfinalan: Morten-Kristmann 120-117. Her kann nevnast, at mest møguliga stigatalið í einum finaludysti er júst 120 stig.

 

Compound kvinnur:

Rakul Dam, Tambar (276+275) 551 stig

Anja Johansen, Tambar (273+269) 542 stig

 

Gullfinalan: Rakul-Anja 111-106