IMG_4395-1BSKF hevur leygardagin 19. februar skipað fyri norðurlendskum fundi í bogaskjóting har luttøka var við 4 fólkum úr Svøríki, 2 úr Noregi, 1 úr Danmark, 1 úr Íslandi og 3 úr Føroyum.

 

Luttakararnir vóru bodnir til Føroya ein dag áðrenn fundin og tóku sviar og normenn av hesum. Koyrt varð runt um úr Gásadali til Viðareiðis, eins og vitja var ymsa staðni. Íslendarin kom seinni hendan dagin og møttust øll til ein góðan nátturðabita um kvøldið.

 

Leygardagin varð fundurin hildin á Hotel Tórshavn. Serliga blivu viðgjørd ting kring NUM fyri ung. Í hesum førum var talan um nýggju broytingarnar hjá FITA, hvørt tær skuldu galda fyri compound skjúttarnar ella ikki.

 

Niðurstøðan varð, at compound verður óbroytt, t.v.s. fylgja OL-umfarinum við 2x70m sum innleiðandi skjóting. Tó verða allar finalu skjótingar broyttar frá at vera 12 píla dystir til at verða sokallaða sett-skjóting. Hetta inniber, at útilokingin fram til og við 1/8 verður best av trimum settum – ella tann, sum fyrst kemur til 4 stig vinnur dystin. Frá og við 1/4 verður skotið best av 5 settum – ella tann, sum fyrst kemur til 6 stig vinnur dystin.

 

Ein onnur niðurstøða varð, at øll skulu skulu skjóta fyrsta dystin í útilokingini, t.v.s. skjúttar kunnu sita yvir í fyrsta umfari. Eisini bleiv gjørt av, at øll tilmeldaði lið skuldu kunna skjóta, t.v.s. lið kunnu eisini sita yvir í fyrsta umfari.

 

Í aðrar mátar blivu viðurskifti og mál viðvíkjandi FITA viðgjørt, eins og kunning og kjak var um komandi stórar kappingar í Norðanlondum.

 

Danmark skal í 2015 skipa fyri uttandura HM, sum verður skotið í Keypmannahavn. Teir ætla at gera hetta tiltak til nakað serligt, men meiri kemur um hetta seinni. Eitt, sum kann verða áhugavert fyri okkara skjúttar er, at kunnu teir ikki luttaka sum skjúttar, kunnu teir bjóða seg fram sum hjálparar í samband við tiltakið. T.v.s. við at gjalda ferðaseðilin til og frá Keypmannahavn kann man fáa uppihald og mat fyri einki. Tað arbeiði, sum man verður settur at gera, er eisini ólønt. Afturfyri fáa hjálparar atgagnumerkir til alla skjóting, íroknað finalurnar, sum verða skotnar við havnøkið millum Amaliuborg og Operahúsið.

 

Fundurin var sera væl eydnaður og gevandi.