Morten_Boe…bogaskjúttum kemur til føroya at skjóta og venja saman við føroyskum skjúttum 24.-27- februar.

 

Morten Böe úr Sandefjord í Noregi er 39 ára gamal og hevur verið ein av heimsins bestu compound bogaskjúttum í mong ár. Hann hevur nógvar royndir og kemur hann til Føroya at luttaka í tveimum kappingum 26. og 27. februar.

 

Samstundis hevur BSKF gjørt avtalu við hann um, at hava ein fyrilestur um mentala venjing, eins og hann skal hava tekniskar venjingar saman við skjúttum ein-til-ein.

 

Til hesar kappingar fáa vit eisini vitjan úr Íslandi. Kappingarnar verða í Havn leygardag og í Vágum sunnudag.