IMG_2629Hvat skal man siga?

Góð úrslit, men stórt skuffilsi um vánaliga fyriskipan av kappingini, sum gjørdi, at føroysku skjúttarnir mistu møguleikan at skjóta í finaluumførunum.

 

Úrslitini fyrst

Fýra skjúttar – Oddmar Nielsen, Ørvur, luttók í bólkinum FITA Kadett, Eggaba Andreasen og Jim S. Guttesen, VágaSkot, og Jastrid M. Jensen Tambar, luttóku í bólki tvey – øll recurve skjúttar.

 

Byrjanin av kappingini var ikki so góð, men í seinnu hálvu gekk stak væl hjá Oddmar, Eggaba og Jastrid, og tey tóku seg longur upp á listan.

 

Oddmar skjeyt (266+271) 537 stig og tangeraði sítt persónliga besta úrslit á 18 metrum.

 

Eggaba skjeyt (264+273) 537 stig og er hetta millum bestu úrslit hansara.

 

Jim S. skjeyt (236+232) 468 stig, men hann var ikki so væl nøgdur við sítt úrslit.

 

Jastrid skjeyt (250+265) 515 stig, og er hetta eisini millum hennara bestur úrslit.

 

Vánalig fyriskipan

So er tað alt gongur galið, sum kann ganga galið. Úrslistalistin kemur upp og teir bólkarnir, sum tilmelding er gjørd til, eru allir burtur. Allir menn eru koyrdir í sama bólk, ung sum eldri, og líka mikið hvat støði skjúttarnir eru, og sostatt vóru nú 39 menn. Eggaba var nr. 14 og Oddmar nr. 13 – og tað vóru vit sera væl nøgd við, tí so kundu teir skjóta í finaluskjótingini. Jim S. var nr. 30. Jastrid var nr. 8 av 13 kvinnum, og stóð eisini til at skulla skjóta finaluumfar.

 

Hesi úrslit vístu eisini, at Eggaba var nr. 1 í tilmeldaða bólkinum, og Oddmar nr. 2 í sínum tilmeldaða bólki. Hetta vildi undir vanligum umstøðum givið teimum heiðursmerkir.

 

Men – vit frætta, at nú hava teir lagt allar recurve skjúttarnar á 18 metrum saman og bert 3 heiðursmerkir eru til teir 52 skjúttarnar (kvinnur og menn). Tríggir bestu menninir, har ímillum ein svii, sum var nr. 3, blivu róptir upp og fingu heiðurmerkir. Síðan verða 3 bestu kvinnurnar róptar upp og finna fyriskipararnir útav, at sviin hevur fingið heiðursmerkið sum besta kvinnan skuldi hava. So hann bleiv róptur upp aftur og mátti lata heiðursmerkið inn aftur. Hetta hendi minst tvær ferðir afturat og byrjaðu luttakarar at buh’a eftir teimum.

 

Vit gjørdu vart við okkum og vístu ónøgd um saman bólkingina, tí tað var ikki tað, vit høvdu meldað til uppá. Sagt bleiv, at teir høvdu havt fund hóskvøld, sum vit flugu til Danmarkar fríggjamorgun, og høvdu teir gjørt av at sláa allar bólkar saman, tí annars skuldu teir geva alt ov nógv heiðursmerkir út og fór tað at kosta teimum ov nógv. Sput bleiv eisini beinleiðis um, hvussu so bleiv við finaluskjótingini og sagt varð, at alt var ein bólkur. Hetta roknaðu vit skjótt út og funnu útav, at allir okkara skjúttar vóru uttanfyri 16 tye bestu og tískil ikki skuldu skjóta meir. Stórt skuffilsi hjá okkum øllum.

 

Pakkað varð saman og finaluumførini byrjaðu. Løtu seinni spyr ein danskur venjari, um tveir av okkara skjúttum ikki skuldu skjóta, tí har vóru tvey pláss tóm á linjuni. Kannað varð enn einaferð, og nú vísti tað seg, at menn og kvinnur skutu hvør sær, hóast upplýst var okkum, at alt var lagt saman. T.v.s. okkara skjúttar taptu dyrstir uttan at skjóta. Løtu seinni, tá fyrstu dystirnir vóru um at vera lidnar, sóu vit ein fyriskipara fara yvir til úrslitatalvuna og seta listar upp við nøvnunum á teimum sum skuldu skjóta tað umfarið, sum var nærum liðugt at skjóta.

 

Vit sóu nú veruleikan – jú, bæði Eggaba og Oddmar skuldu hava skotið, men mistu dystirnar. Jastrid stóð til at skjóta í næsta umfari, men nú valdi hon at lata vera at skjóta.

 

Ja – hvat skal man siga um slíka viðferð?

 

Skjúttar okkara vístu góða skjóting og gott tolsemi og hava alt rós uppiborið, men fyriskipararnir fáa avgjørt lægsta karakter.