Finalurnar í kappingini blivu skotnar í dag og fingu okkara skjúttar 3 gull heiðursmerkir.

 

Rakul Dam var einsamøll í sínum bólki og skjeyt tískil ikki í dag.

 

Compound menn:

Jógvan Niclasen vann gull. Í hálvfinaluni skjeyt hann 119-111 og skjeyt ájavnt við føroyska metið. Í finaluni skjeyt hann móti besta íslendska skjúttanum og vann 114-110.

 

Recurve menn:

Eggaba Andreasen vann gull.í 1/4-finaluni vann hann 106-78, í hálvfinaluni vann hann 109-97 og í finaluni 104-97.

Jim S. Guttesen tapti sín fyrsta dyst tepurt móti skjúttanum, sum endaði í finaluni móti Eggaba, dysturin endaði 96-97.

 

Recurve kvinnur:

Jastrid M. Jensen vann gull. Hon sat yvir fyrsta dyst og vann síðan finaluna 105-67.